Tað gongur væl at arbeiða sild til matnað á uppsjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði, sigur stjórin har, Jóhan Páll Joensen.
“Tað hevur gingið væl higartil,” segði stjórin við FM1. “Vit fingu rættiliga nógva silda at framleiða í oktober, og november hevur á einari leið burtursæð frá nøkrum døgum við ringum veðri.”
Nakað er framvegis eftir av føroyskari sildakvotu, so mikið at arbeiði væntandi verður til fram ímóti jólum.
“Tað mesta av sildini verður helst yvirstaðið á jólum,” legði Jóhan Páll Joensen afturat.
Eini 50.000 tons av makreli eru framleidd í ár á Pelagos og við sildini kemur tað samlaða tonsatalið fyri frystivirkið væntandi upp á 70.000 við árslok, segði stjórin á Pelagos.
Í januar verður væntandi farið aftur í gongd við makrel.