Peter Krogh er einasta ivamálið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Verjukempan, Peter Krogh, tykist at vera einasta ivamálið, undan manslandsdystinum í honbólti móti Kosovo í høllini á Hálsi mikukvøldið. Allir hinir í hópinum vandu sum vanligt, tá ið landsliðið vandi í høllini á Hálsi í morgun.

Peter Krogh hevur trupulleikar við rygginum, og var ikki við í venjingini í morgun. Meðan hinir vandu fekk hann viðgerð uttanfyri vøllin, og sjálvur lat hann ikki alt ov væl at møguleikanum fyri at gerast klárur til dystin í morgin

Eftir upphiting var taktisk venjing á skránni restina av venjinartíðini. Millum annað var tíð brúkt at venja undirtalsverju, bæði fimm móti seks, og seks móti sjey.

Móti endanum av venjingini var spælt seks móti seks við í manningini, sum væntast at byrja á vøllinum í morgin.

Byrjanaruppstillingini sæst á myndini niðanfyri, og eru tað helst hesir, sum byrja í álopinum: Rói Berg Hansen á vinstra vongi, Óli Mittún á vinstra bakki, Elias á Skipagøtu mitt fyri, Vilhelm Poulsen á høgra bakki, Hákun West av Teigum á høgra vongi, Teis Horn Rasmussen á strikuni og Pauli Jacobsen í málinum.

Í verjustøðu kemur Pætur Mikkjalsson helst inn fyri antin Óla Mittún ella Elias á Skipagøtu.

Í dag verður landsliðshópurin skrivaður inn á Hotel Djurhuus og verður saman til dystin í morgin. Fríggjadagin ferðast landsliðið til Vilnius í Litava, har landsdysturin móti Ukraina verður spældur sunnudagin.