

Petur Knudsen: – Betra liðið tapti í Gundadali í kvøld
04.05.2026NSÍ átti at havt skotið minst seks mál í kvøld. Tað helt Petur Knudsen fyri aftaná 0-2 tapið fyri B36 á ovara vølli í Gundadali. Sjálvur heldur Petur, at hann skuldi skotið trý mál: – Betra liðið tapti í Gundadali í kvøld. Segði hann avgjørdur Petur Knudsen í samrøðu við Trygva Absalonsen.















