Petur Knudsen: – Føroysku dómararnir eru nógv betri enn teir vit hava havt í Evropa
23.07.2026Aftaná 0-2 (0-0) tapið hjá NSÍ í fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Conference League móti Koper fekk Rúni á Reynatrøð orðið á Petur Knudsen, ið staðfesti, at føroysku dómararnir eru nógv betri enn teir NSÍ hevur havt í Evropa. Hann heldur dómarin í kvøldsins dysti var rættiliga arrogantur. Petur hevur tó góðar vónir um, at NSÍ kann fáa eitt gott úrslit í returdystinum í Slovenia.