Petur Knudsen hevði bestu úrtøku

Skrivað

Dystir.fo

Dagfesting

Dystir.fo hevur hugt nærri at leikarunum, ið hava havt flest royndir á málið samanlagt í 2024, fyri tey 10 feløgini í Betri Deildini.

Tann heilt stóri profilurin hetta kappingarárið, er Petur Knudsen úr NSÍ, ið hevur flest royndir fyri NSÍ, við 68. Hóast Petur spælur til vinstru í einari trýmans álopsketu, eru 54 av royndum hansara í brotsteiginum. Petur er hartil leikarin á hesum listanum við tí hægsta xG og úrtøku í %. Stefan Løkin hevur eins nógvar royndir, men hevur skotið 10 færri mál.

Hjá FM vinnarunum, hevur Olaf Bárðarson havt flest royndir móti málinum (66). Poul Kallsberg er næstur á listanum, við 59 royndum. Her er vert at leggja til merkis, at Olaf hevur leikt 500 minuttir færri enn Poul.

Hjá KÍ, er tað Árni Frederiksberg, ið eigur flest málroyndir, við heili 100, sum samnalagt hava givið 8 mál. Páll Klettsgarð er beint í hølunum, við 96 royndum, 88 av teimum í brotsteiginum og sjálvandi 23 mál. Árni hevur hinvegin havt 68 av sínum royndum, uttanfyri brotsteigin.

Fyri HB, hevur Áki Samuelsen flest royndir móti málinum (66), har 41 hava verið í brotsteiginum, hetta hást Áki bara spældi 19 dystir fyri HB í ár. Miðvallarin Hanus Sørensen, kemur næst í røðini, við 45 samlaðum royndum, har 35 vóru uttanfyri brotsteigin.

Hjá grannunum fyri sunnan, vórðu tað Zean Dalügge og Anton Søjberg ið høvdu flest royndir báðir 65 royndir. Zean skoraði 11 mál, meðan Anton fekk 9 mál. B36 hevur eftir kappingarárið boðað frá, at ongin teirra útlendsku leikarunum heldur fram í felagnum. Av samlaðum royndum móti málinum, sigur B36 harvið farvæl til 192 av 401 royndum móti málinum og 35 av 56 málum.

07 Vestur hevur somuleiðis sagt farvæl til teir báðar leikaranar við greitt flest royndum móti málinum. Emil Grønn Pedersen við 84 royndum, er farin til HB og Philip Brattbakk við 53 royndum, er farin til KÍ. Hesir báðir leikaranir, hava staðið fyri yvir ein triðing av øllum royndum hjá 07 Vestur.

Fyri EB/Streymur, átti Emil Weihe Joensen flest royndum við 46. Emil Weihe Joensen fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í ár og varð eisini valdur til ársins leikara hjá EB/Streymur. Dabo, hóast fáu minuttirnar, megnaði eisini at hava 44 málroyndir í ár men eisini tvey mál fleiri enn Emil.

Á Toftum, hava tey eitt brøðrapar, ið báðir eru glaðir fyri at skjóta uppá mál, í Bartal Páll og Villiam Emil Klein. Brøðurnir hava saman, staðið fyri flestu av royndunum fyri B68, hetta kappingarárið. Bartal Páll hevði 71 royndir móti málinum, har meir enn helmingurin var uttanfyri brotsteigin. Villiam dámar eisini, at skjóta uttanfyri brotsteigin, tí heili 43 av hansara 63 skotum, koma úr longri frástøðu.

Fyri niðurflytarnar av Skála, er tað merkisvert, at Carlos Ferreira, eigur flest royndir móti málinum (41), hetta hóast hann bert hevur leikt 17 dystir fyri felagið og bert leikti í fyrru hálvu. Næstur á listanum er Ragnar Skála, ið komandi kappingarár spælur við Víkingi. Ragnar hevði 36 skot royndir, hetta kappinarárið, og tað gav eisin trý mál.

ÍF hevði helst vóna, at tað var 2020 útgávan av Uros Stojanov, teir fingu til hetta kappingarárið. Hóast Uros gjørdist leikarin við flest royndum móti málinum (40) fyri ÍF í ár, har heili 37 komu í brotsteiginum, so megnaði hann bert at skjóta seks mál í ár. Tískil var tað langt upp til tey 17 málini, hann skeyt í 2020. Gundur Petersen átti 33 skot royndir og eisini her vóru flest í brotsteiginum (25).

Á myndin niðanfyri, eru nakrar útgreiningar av leikarum við flest royndum á máli, fyri øll feløgini í Betri deildini hjá monnum 2024.