Petur Knudsen: – NSÍ burdi havt eina størri leiðslu í steðginum
11.10.2026Aftaná sera týðandi 2-1 sigurin hjá NSÍ á Skála ÍF undir Mýruhjalla fekk Rúni á Reynatrøð orðið á sigursmálskjúttan hjá NSÍ, Petur Knudsen. Petur heldur, at NSÍ átti at havt skotið fleiri mál undan steðginum. Í seinna hálvleiki bleiv talan um tað Petur nevnir eitt: “Professionelt avrik”, har tað ikki hendi nógv, men har NSÍ fekk úrslitið teir høvdu tørv á.