Petur Knudsen: – NSÍ leggur eitt sera professionelt avrik fyri dagin
18.09.2026Aftaná 2-1 (1-0) sigurin hjá NSÍ á B36 á ovara vølli í Gundadali fekk Trygvi Absalonsen orðið á liðskiparan og seinna málskjúttan hjá NSÍ, Petur Knudsen. Petur heldur, at NSÍ leggur eitt sera professionelt avrik fyri dagin, har teir ikki geva nógv burtur. NSÍ er trý stig frammanfyri KÍ, og nú ræður hjá NSÍ at halda fast við leistin frá FM-árinum 2007: “Ein dyst í senn”. Petur fegnast eisini um stóra stuðulin NSÍ fekk uttanfyri vøllin.