Petur Knudsen: – Vit eru betra liðið yvir tveir dystir móti Slovakia
13.11.2026Petur Knudsen legði upp til 2-1 málið hjá Áka D. Samuelsen, og bert svørt óeydna var atvoldin til, at Petur ikki økti til 3-1, tá Føroyar leiktu javnt 2-2 móti Slovakia í Kosice. Petur er serliga nøgdur við seinna hálvleik í torføra útidystinum í kvøld, og hann heldur, at yvir tveir dystir móti Slovakia eru Føroyar betra liðið. Nú verður farið eftir sigrinum í dystinum móti Moldova á Tórsvølli, mánadagin klokkan 15.