Leingi hevur verið gitt um, hvar Petur Knudsen fór at halda fram at spæla fótbólt, eftir at sáttmáli hansara í Lyngby gekk út fyrr í summar.
Men nú er líkt til, at fótbóltsframtíðin hjá Peturi er komin upp á pláss. Fyrrverandi NSÍ-arin hevur gjørt sáttmála við El Paso Locomotive í USA árið út. El Paso spælir í næstbestu deildini í USA, USL Championship (USLC) Western Conference, har liðið í løtuni liggur á sjeynda plássið.
Hetta váttar Petur bæði fyri Portalinum og Eysturoyarportalinum.
– Eg venji við hópinum í løtuni, men eg má bíða til mítt visa er góðtikið, áðrenn eg kann spæla dystir. Sáttmálin er fyri árið út, men við møguleika at leingja við einum árið, um vit verða samdir um tað, sigur Petur Knudsen við Eysturoyarportalin.
Petur var bert 16 ára gamal, tá hann fyrstu ferð traðkaði út á vøllin við Løkin til dyst í bestu mansdeildini. Tað var í oktober 2014.
Á sumri í 2021 gjørdi Petur Knudsen ein tvey-ára sáttmála við Lyngby, men seinasta kappingarár var Petur nógv skaddur, men fram ímóti kappingarenda seinasta kappingarár, tá ið Lyngby stríddist fyri at varðveita plássið í bestu deildini, var hann sera eyðsýndur og skoraði tvey mál.