Talan er um phishingálop, har óviðkomandi royna at fáa fatur á tínum persónsupplýsingum.
Vit heita tí á øll um ikki at trýsta á leinkið.
Leinkið sjálvt líkist tí hjá Samleikanum ella BankNordik, men tá hugt verður nærri sæst, at hetta ikki er samleikin.fo, og tú verður sendur til eina fremmanda síðu, ið biður um persónsupplýsingar.
Tað er týdningarmikið, at vit altíð eru varðin, tá ið vit eru á netinum, og at vit ikki skriva okkara persónligu upplýsingar á fremmandar síður.
Tá ið tú ritar inn við Samleikanum, verður fráboðan send appini, so tú ert vísur í, at tað ert tú, ið ert farin undir at rita inn. Um tú ikki ert í fer við at rita inn, skalt tú altíð vera varin.
Starvsfólk á Talgildu Føroyum og KT Trygd á Gjaldstovuni arbeiða við at steðga SMS boðunum. Einki trygdarbrot er framt á Samleikan, og tú kanst trygt brúka Samleikan til at innrita í netbankan.
Les meira um hvat phishing er á www.kt-trygd.fo.