Tann 25. mai 1988 vann hollendska PSV Eindhoven Europa Cup fyri meistaralið (ella UEFA Champions League), tá liðið vann brotssparkskappingina ímóti portugisiska Benfica framman fyri 70.000 áskoðarum á Neckarstadion í Stuttgart.
Benfica vann seg í finaluna við at vinna á albanska liðnum Partiziana Tirana, danska AGF, belgiska Anderlecht og rumenska Steaua Bucharest, men manglaði miðvallarleikaran, Diamantino Miranda, sum gjørdist skaddur áðrenn dystin. Tá hann ikki var tøkur, so spældi liðið sera verjukent og hevði 11 leikarar aftan fyri bóltin mestsum allan dystin. Liðskipari hjá Benfica var Shéu Han, sum saman við landsmanninum Frederico Rosa og Preben Elkjær, vitjaði í Gundadali tíðliga í juli mánaða í 1986.
PSV Eindhoven vann á turkiska Galatasaray og eysturríkska Rapid Wien, men vann upp á regluna um útivallarmál ímóti franska Bordeaux og spanska Real Madrid. Hóast PSV hevði bóltin mesta av tíðini í finaluni, so megnaði tað ikki at bróta ígjøgnum verjuna hjá Benfica; hvørki í vanligu tíðini ella í longdu leiktíðini, so neyðugt var við einari brotssparkskapping.
Bæði liðini skoraðu øll 5 fyrstu brotsspørkini. Anton Janssen skoraði fyrsta eykasparkið fyri PSV, men málmaðurin hjá PSV, Hans van Breukelen, gitti rætt, tá hann kastaði seg til høgru og bjargaði brotssparkinum frá verjuleikaranum António Veloso.
Sigurin fullfíggjaði eisini eitt trítyssi av steypum, tí PSV-liðið hjá Guus Hiddink hevði longu vunnið meistaraheitið og hollendsku steypakappingina. Donsku leikararnir Jan Heintze, Ivan Nielsen og Søren Lerby spældu allir í finaluni, meðan Frank Arnesen var skaddur. Fimm PSV-leikarar tryggjaðu eisini Hollandi EM-sigurin 1988 í Týsklandi (Hans van Breukelen, Ronald Koeman, Berry van Aerle, Gerald Vanenburg og Wim Kieft).