Tann seinasta mánaðan hava verið nógvar samráðingar millum Mauricio Pochettino og Chelsea. Men nú skuldi alt verið klárt og argentinarin hevur í dag skrivað undir ein 3 ára sáttmála við London felagið.
Sambært Fabrizio Romano verður hettar vantandi kunngjørt í dag.
51 ára gamli Jesus Perez sum hevur hjálpt Pochettino í PSG, Tottenham og Southampton verður eisini undir liðini á honum í Chelsea.
Seinasti umfar í Premier League verður í dag klokkan 16:30, tá ið Chelsea tekur ímóti Newcastle á Stamford Bridge.
Kappingarárið hevur verið alt annað enn nøktandi og Chelsea liggja upp undir hettar umfarið á einum 12. plássið.