

Pól Thorsteinsson og Gilli Rólantsson eru samdir um at FC Suðuroy var tað betra liðið í dag
29.09.2024Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Bjarna Johansen siga frá báðum málunum, ið vóru skotin í dystinum FC Suðuroy-TB 1-1 (0-1). Hoyr Bjarna taka stutt samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Rúni gjørdi við Gilla Rólantsson hjá TB og venjaran hjá FC Suðuroy, Pól Thorsteinsson, ið báðir staðfesta, at FC Suðuroy var betra liðið í dag. Gilli heldur tó, at TB stóð fyri góðum avriki í fyrra hálvleiki. Tað einasta Pól kann brúka javnleikin til er, at TB ikki kom nærri FC Suðuroy á stigatalvuni. FC Suðuroy hevur 40 stig og TB hevur 36 stig. Tá hevur FC Suðuroy ein útsettan dyst á heimavølli móti B36 til góðar. Myndir: Rúni á Reynatrøð.
