Tú lurtar eftir

Pól Thorsteinsson og Gilli Rólantsson eru samdir um at FC Suðuroy var tað betra liðið í dag

29.09.2024

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Bjarna Johansen siga frá báðum málunum, ið vóru skotin í dystinum FC Suðuroy-TB 1-1 (0-1). Hoyr Bjarna taka stutt samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Rúni gjørdi við Gilla Rólantsson hjá TB og venjaran hjá FC Suðuroy, Pól Thorsteinsson, ið báðir staðfesta, at FC Suðuroy var betra liðið í dag. Gilli heldur tó, at TB stóð fyri góðum avriki í fyrra hálvleiki. Tað einasta Pól kann brúka javnleikin til er, at TB ikki kom nærri FC Suðuroy á stigatalvuni. FC Suðuroy hevur 40 stig og TB hevur 36 stig. Tá hevur FC Suðuroy ein útsettan dyst á heimavølli móti B36 til góðar. Myndir: Rúni á Reynatrøð.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
– Sjálvandi hava vit møguleika móti Georgia yvir tveir dystir

Og spælararnir vera avgjørt til reiðar í mars, sjálvt um tað er tíðliga í kappingarárinum hjá teimum flestu, s…

20.11.2026
Hoyr sigursløtuna, samanumtøku og samrøður av Tórsvølli

Rúni á Reynatrøð segði frá løtuni, tá Áki Samuelsen skoraði fyri Føroyar, Gert Hansen tosaði um at koma í "stu…

16.11.2026
Mattias: Fyrsta málið er rokkið – tað næsta verður í mars

Hetta er tað, sum vit hava uppiborðið, staðfestir Mattias Lamhauge. – Eg geri bara mítt besta, segði dagsins m…

16.11.2026
– Ikki alt stendur og fellur við hesum dystinum

Eyðun Klakstein staðfestir tó týdningin av Føroyar-Moldova og sigur, at allir 23 eru væl fyri til brakið á Tór…

16.11.2026
– Troyttandi at sita uttanfyri og onga ávirkan at hava á úrslitið

Martin Agnarsson hevði leikbann í Slovakia men er tøkrur aftu. Vinstri vongberjin fegnast um at tað verða nógv…

15.11.2026
Jóannes K. Danielsen: – Stongin og yvirleggjarin nokta okkum góð kontramál

Aftaná 2-2 (1-1) javnleikin móti Slovakia í Kosice fekk Trygvi Absalonsen orðið á Jóannes Kalsø Danielsen, ið …

13.11.2026
Petur Knudsen: – Vit eru betra liðið yvir tveir dystir móti Slovakia

Petur Knudsen legði upp til 2-1 málið hjá Áka D. Samuelsen, og bert svørt óeydna var atvoldin til, at Petur ik…

13.11.2026
Viljormur: – Flott av einum vinstra bakki at skjóta átta landsliðsmál

Í samrøðu við Trygva Absalonsen var fyrri føroyski málskjúttin í 2-2 javnleikinum móti Slovakia í Kosice, Vilj…

13.11.2026
Áki D. Samuelsen: – Vit vóru sera vandamiklir

Aftaná 2-2 (1-1) javnleikin móti Slovakia í Kosice fekk Trygvi Absalonsen orðið á seinna málskjúttan hjá Føroy…

13.11.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Eitt framúr avrik men tíverri ikki úrslitið vit høvdu tørv á

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Agnar Prestá siga frá málunum, ið vóru skotin í dystinu…

13.11.2026
Eyðun Klakstein: – Fara eftir at vinna bólkin so leingi sum møguleikin er har

– Hópurin er væl fyri, og allir eru spendir, staðfestir Eyðun Klakstein. Slovakia-Føroyar byrjar klokkan 19.45…

13.11.2026
Adrian Justinussen: – Slovakia fer ikki at fáa tað nemt ímóti okkum

Adrian javnaði í 1-1 dystinum, har Føroyar kundu fingið eitt mál aftrat við viðrákinum í seinna hálvleiki. Ále…

12.11.2026
Aron Benjaminsen: – Hetta hevur gingið nógv skjótari enn eg væntaði

Jóhan Petur Poulsen hjálpti mær nógvi í Víkingi, har eg eisini stórtreivst. Hetta staðfestir 18-ára gamli stra…

12.11.2026
Landsliðsradio úr Slovakia: – Úrslitini næstu dagarnar kunnu lyfta A-landsliðið uppaftur meira

Jákup Ósa vísir á, at hóast avgerðin ikki fellur fyrrenn mánadagin á Tórsvølli, fara Føroyar “all-in” í Slovak…

12.11.2026
Hanus Sørensen: – Eg hopi tað verður stong inn hesuferð

Hanus Sørensen var tætt við at skora eitt flott mál á Tórsvølli ímóti Slovakia. Tá rakti bólturin trýkantin – …

11.11.2026
Frá at spæla um niðurflyting í Svøríki til at spæla um uppflyting við landsliðnum: – Eri tendraður

Áki Samuelsen viðurkennir fyri FM1, at hann er lættur um, at Mjällby helt sær í fremstu svensku deildini. Nú g…

10.11.2026