,

Út at klippa 571 nummar­plátur

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Akstovan boðar frá at hon ídag hevur latið politinum 571 mál um eftirstøður í vegskatti.

“Akstovan hevur 23.10.2024 latið politistøðunum kring landið 571 mál um vegskattaeftirstøður, til at taka nummarspjøldrini av akførum sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár 2024,” ljóða boðini.

“Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.”