Posta sigur fólki úr starvi og gevst at bera lýsingarbløð út

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Posta tillagar virksemið og sigur fólki úr starvi. Tað boðar Posta frá í tíðindaskrivi í morgun.

Frá í vár gevst Posta at bera út til húski, sum móttaka lýsingabløð og annað adressuleyst í postkassan hvørja viku. Í Posta-appini og á bera.fo kunnu viðskiftafólk tó framvegis lesa lýsingabløð talgilt, og tann tænastan er sera nógv vitjað frammanundan.

Posta sigur í tíðindaskrivinum at virksemið verður skipað meira skynsamt í samsvari við eftirspurningin og tørvin hjá viðskiftafólki, tí virksemið broytist við stórari ferð.

– Føroyingar ganga sum heild høgt upp í at keypa eftir tilboðum. Men bæði handlar og húskini velja í størri mun prentaðu lýsingabløðini frá og brúka talgildar pallar so sum Posta-appina, sosialar miðlar ella tilboð á telduposti, sigur Edvard Remberg, fyribilsstjóri.

– Hetta er ein neyðug tillaging fyri at betra um raksturin, og tað ger, at vit kunnu fokusera virksemið og skipa okkum enn meira eftir pakkaútbering, sum vit longu gera gott í dag. Tað er har, eftirspurningurin er, sigur fyribilsstjórin á Posta.

Posta boðar frá, at avgerðin hevur tíverri avleiðingar fyri starvsfólk, sum arbeiða í útberingini og við adressuleysum posti.

– Tað er ein tung avgerð at siga góð starvsfólk úr starvi, sum hava lagt stóra orku í at gera eitt gott arbeiði fyri okkara viðskiftafólk hvønn einasta dag, sigur Edvard Remberg.