Prísvøksturin minkar – Men matur dýrkar enn

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Prísvøksturin í Føroyum frá mai 2024 til mai 2025 bert 0,7 prosent. Tað er munandi lægri enn undanfarnu fýra árini. Hóast minni vøkstur nú, eru prísirnir hækkaðir 20 prosent seinastu fimm árini, sigur Hagstovan.

Matur og drykkjuvørur toga framvegis vøksturin upp. Í miðal eru hesar vørur fýra til fimm prosent dýrari enn í fjør. Kjøt er dýrkað yvir tíggju prosent – serliga lambskjøt og neytakjøt. Hinvegin er prísurin á fiskavørum eitt vet lækkaður.

Ein av størstu broytingunum er eisini á kaffi, te og kakao, sum eru hækkað við næstan 22 prosentum.

Tó eru tað aðrir bólkar, ið tálma prísvøksturin. Rentur eru lækkaðar nærum 19 prosentum, og brenniolja er næstan tíggju prosent bíligari enn í mai í fjør. Prísurin á býli sum heild er minkaður við sløkum fimm prosentum, hóast húsaleigan er hækkað tíggju prosent.

Sambært Hagstovuni er inflatiónin í Føroyum lægri enn í flestu ES-londum. Í Danmark er hon 1,6 prosent, men í Íslandi 3,8 prosent.