Tað ber ikki til at siga, hvat býtið er av diagnostiseringum av ADHD millum tað almenna og privatstarvandi serlæknar, men tað ber til at staðfesta, at privatlæknar útskriva 25 prosent av øllum rúsandi ADHD heilivági í Føroyum.
Tað upplýsir Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, fyri Liljuni Weihe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.
Í kjalarvørrinum av at misnýtsla av ADHD heilivági aftur kom á breddan, setti Liljan Weihe í apríl mánaði landsstýriskvinnuni fyrispurning um ADHD heilivág, millum annað hvussu nógvur ADHD heilivágur var útflýggjaður seinastu árini.
Landsstýriskvinnan kundi tá staðfesta, at nýtslan av ADHD heilivági var ferfaldað seinastu sjey árini. Landsstýriskvinnan gjørdi kortini greitt, at tað er ikki allur ADHD heilivágur, ið kann brúkast til rúsevnismisnýtslu, og størsti parturin av øktu nýtsluni av ADHD heilivági stendst av heilivági, ið ikki er rúsandi.
Í svarinum greiddi landsstýriskvinnan frá, at tað er heilivágur, sum inniheldur evnið Methylphenidat, ið kann nýtast sum rúsevni. Ritalin og kopiheilivágur inniheldur methylphenidat.
Svarið hjá Margit Stórá hevur kortini ikki verið heilt nøktandi fyri Liljuna Weihe, sum fyri tveimum vikum síðani setti landsstýriskvinnuni enn ein fyrispurning, hesaferð um býtið av diagnostiseringum av ADHD millum tað almenna og tað privata, umframt býtið av útskrivaðum Ritalini og kopiheilivági millum tað almenna og tað privata.
Og tað ber altso ikki til at siga, hvat býtið er av diagnostiseringum millum tað almenna og tað privata, sigur Margit Stórá.
Hinvegin ber til at staðfesta, at privatlæknar í fjør útskrivaðu 25 prosent av øllum ADHD heilivági, ið inniheldur evnið Methylphenidat.
Í 2016 var tað tað almenna, ið útskrivaði allan hendan heilivágin, men síðani hevur parturin hjá tí privata verið støðugt vaksandi til 2021, tá privatir serlæknar útskrivaðu 27,8 prosent av øllum ADHD heilivági við methylphenidat.