Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur lagt fram eitt uppskot til kunngerð um próvtøkur í føroyskum sum annaðmál fyri vaksin. Uppskotið er sent til hoyring, og freistin at senda viðmerkingar er 16. september 2025.
Kunngerðin ásetir reglur um próvtøkur, millum annað treytir, próvtøkuhald og døming. Próvtøkan skal skjalprógva, í hvønn mun próvtakarin hevur rokkið málunum í námsætlanini.
Próvtøkur verða hildnar tvær ferðir um árið. Luttakarar kunnu vera bæði undirvístir og sjálvlesandi. Próvtøkurnar eru munnligar og skrivligar, og skulu haldast sambært ásetingunum.
Próvdómarar verða tilnevndir av ráðnum, og úrslitið kann vera “staðið”, “ikki staðið” ella próvtøkutal.
Viðmerkingar til uppskotið til kunngerð kunnu sendast til skulu sendast til Barna- og útbúgvingarmálaráðið áðrenn 16. septembur 2025.