PSG og Inter í finaluni í Champions League

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tað verður franska felagið Paris Saint-Germain, sum skal spæla móti italska felagnum Inter í finaluni í Champions League.

Tað gjørdist greitt, tá ið PSG í gjárkvøldið vann 2-1 í seinnu hálvfinaluni móti Arsenal og samanlagt 3-1.

Í seinna dystinum í París byrjaði Arsenal við einum rúkandi trýsti. Declan Rice og Gabriel Martinelli høvdu stórar møguleikar, men Gianluigi Donnarumma í PSG-málinum stóð væl.

Eftir tíggju minuttir skoraði PSG fyrsta málið. Fabián Ruiz tamdi bóltin væl og sendi hann í mál við eini fluktara. Arsenal helt fram at trýsta, serliga var tað Bukayo Saka, sum gjørdi vart við seg á høgra vongi. Men í 60. minutti økti PSG, tá ið Achraf Hakimi skoraði eftir upplegg frá Ousmane Dembélé.

Arsenal gav ikki upp. Leandro Trossard sendi bóltin inn í brotsteigin, har Saka kom fram at og minkaði um munin.

Síðstu løtuna trýsti Arsenal ógvusliga, og Saka hevði ein gyltan møguleika at javna, men bólturin fór upp um.

Við sigrinum tryggjaði PSG sær sítt annað finalupláss nakrantíð og hevur nú møguleikan at vinna Champions League fyri fyrstu ferð.

Finalan í Champions League verður spæld 31. mai klokkan 20.00 á Allianz leikvøllinum í München í Týsklandi.