Liverpool – Paris Saint-Germain 0-1 (samanlagt 1-1), (brotsspark 1-4)
Paris Saint-Germain vann 1-0 á Anfield, eftir at Gianluigi Donnarumma bjargaði tveimum brotsspørkum í brotssparkskappingini. Hjá Liverpool brendu Darwin Nunez og Curtis Jones. Harvið kom PSG víðari í fjórðingsfinalurnar í UEFA Champions League.
Hóast Liverpool byrjaði dystin betri, so legði Ousmane Dembélé PSG fram um í tólvta minutti við einum vælspældum máli, og so var samanlagt javnaleikur.
Eftir steðgin tók Liverpool yvir og legði stórt trýst á á málið hjá PSG. Donnarumma bjargaði einum frálíkum skallara frá Luis Díaz, og innskifti Jarell Quansah skallaði á innaru síðu á stongini.
19-ára gamli innskiftarin hjá PSG Désiré Doué setti avgerandi brotssparkið í málið, og Donnarumma varð valdur til Dagsins leikara.
Barcelona, Bayern og Inter í fjórðingsfinalunum
Barcelona – Benfica 3-1 (samanlagt 4-1)
Raphinha og Lamine Yamal vóru stjørnurnar hjá Barcelona, tá ið teir vunnu 3-1 móti Benfica.
Raphinha skoraði fyrst eftir eitt gott samspæl við Yamal, men Nicolás Otamendi svaraði beinanvegin aftur fyri Benfica.
Yamal skoraði við einum framúr góðum skoti, og Raphinha økti til 3-1, sum gjørdi hann til besta málskjúttan í kappingin.
Inter – Feyenoord 2-1 (samanlagt: 4-1)
Inter er í fjórðingsfinalunum fyri aðru ferð síðan 2010/11. Marcus Thuram skoraði eitt framúr gott mál. Jakub Moder minkaði um munin fyri Feyenoord við einum brotssparki beint áðrenn hálvleik, men Inter svaraði aftur við einum brotssparki, sum Hakan Çalhanoğlu skoraði. Inter tryggjaði sær sigurin við góðum samspæli og verjuspæli.
Leverkusen – Bayern München 0-2 (samanlagt: 0-5)
Harry Kane og Alphonso Davies tryggjaðu sigurin fyri Bayern. Jamal Musiala rakti eisini tveir ferðir stongina, og Bayern München vann ein tryggan sigur og tryggjaði sær pláss í fjórðingsfinaluni.
Dystir á kvøld:
Lille – Borussia Dortmun, klokkan 17:45
Arsenal – PSV, klokkan 20.00
Aston Villa – Club Brugge, klokkan 20.00
Atleti – Real Madrid, klokkan 20.00