Í hvønn mun klára Føroyar at standa seg móti øktum turbulensi og ymsum sløgum av kreppum? Hetta verður evnið á almennari ráðstevnu hósdagin 23. januar, sum Løgmálaráðið skipar fyri saman við Fróðskaparsetri Føroya.
Ráðstevnan verður í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn undir heitinum Hvussu styrkja vit mótstøðuføri Føroya í spentu heimsstøðuni við broyttum hóttanum?
Ráðstevnan verður hildin frá klokkan 9.00 til 16.15, og hon er almenn og ókeypis.
Løgmálaráðið skrivar um ráðstevnuna, at trygdarstøðan hjá okkum og okkara sameindu er fyri stórum rembingum, har geopolitisku og tøkniligu umstøðurnar hava kollvelt altjóða valdsjavnvágina. Ráðstevnan um Føroyar í spentu heimsstøðuni skal lýsa viðurskiftini og skapa orðaskifti um, hvussu vit styrkja mótstøðuføri Føroya í hesum ótrygga heimi.
Eftir russisku innrásina í Ukraina er vandin fyri atsóknum á kritiskt infrakervi í NATO-limalondum vaksin, og sjóvegis samband kann gerast mál fyri fíggindasinnaðum atgerðum. Við vaksandi óvissu í altjóða samhandli, eiga vit at leggja dent á veitingartrygd fyri neyðsynjarvørur.
Talgilt samband við útheimin er avgerandi fyri mangar dagligar tænastur og ger okkum viðbrekin fyri hóttanum frá teldusníkum. Føroysku húsarhaldini eru nú í eini heilt aðrari støðu enn áður.
Arbeitt verður við at gera eina váðamynd fyri Føroyar til at raðfesta tilbúgvingarátøk. Kønir føroyingar og útlendingar innan gransking, tilbúgving og vinnulív fara at hava fyrilestrar um mótstøðuføri Føroya í broyttu heimsstøðuni.
Ráðstevnan verður í Kongshøll mikudagin 23. januar 2025 klokkan 9:00 – 16:15.
Ráðstevnan er almenn og ókeypis.
Skráin fyri ráðstevnuna
“Hvussu styrkja vit mótstøðuføri Føroya í spentu heimsstøðuni við broyttum hóttanum?”
Innleiðsla
- Orðstýrarin bjóðar vælkomin
- Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður, setir ráðstevnuna
Heimsstøðan og tørvurin á mótstøðuføri
- Tór Marni Weihe, granskari, Fróðskaparsetur Føroya: Føroyar úr russiskum sjónarhorni
- Svein Magnason, fakligur leiðari, Uttanríkistænastan: Heimspolitisk rák, hóttanarmynd og føroyskur trygdarpolitikkur
- Rógvi Olavson, granskari, Fróðskaparsetur Føroya: Føroyska mótstøðuførið
- Stylianos Tzimis, senior analyst, HybridCoE: Dealing with Hybrid Threats
Dømi um mótstøðuføri og veitingartrygd í Føroyum
- Páll Vesturbú, P/F Net: Mótstøðuføri í talgilda undirstøðukervinum
- Marner Jacobsen, Fjarskiftiseftirlitið: Mótstøðuføri í fjarskiftiskervinum
- Nikolas Solmunde Olsen, KT trygdarleiðari, SEV: Mótstøðuføri í orkukervinum
Váðameting og heimatilbúgving
- Asif Amin, varastjóri, Beredskabsstyrelsen, Denmark: Risk assessment and resilience strategy in Denmark
- Leivur Persson, stjóri, Arbeiðs- og brunaeftirlitið: Føroysk tilbúgving og mótstøðuføri – nú og framyvir
Samanumtøka
- Pallborðskjak
- Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður, lýsir komandi broytingar innan tilbúgving í Føroyum
- Orðstýrarin tekur saman um ráðstevnuna
Orðstýrari: Óluva Zachariasen