,

Ráðstevna um at endurbøta náttúruna

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fríggjadagin 22. novembur skipa Lendisbati og Miðnám í Vestmanna fyri ráðstevnu um náttúruendurbøting á Miðnámi í Vestmanna.

Við slagorðunum trívist náttúran, trívast vit øll, er Tjóðsavnið farið í holt við Lendisbata-verkætlanina. Verkætlanin hevur sum endamál at endurbøta náttúru, har tørvur er á tí. Ráðstevnan er ein partur av verkætlanunum um at endurbøta hagapartin Stóriryggur og skriðuna oman fyri Syðradal á Kalsoynni. Hesar verkætlanirnar fóru av bakkastokki fyri trimum árum síðani sum partar av norðurlendskari verkætlan um náttúruloysnir.

Ráðstevnan er serliga ætlað miðnámsskúlanæmingum, umframt at viðkomandi almennir stovnar og málaráð luttaka, og hon bjóðar til eina fjølbroytta skrá.

Á skránni eru framløgur um endurbøting í Føroyum, um royndir úr Íslandi og um týdningin av endurbøting fyri bæði landbúnaðin og føroysku náttúruna. Millum tær eru framløgur frá Bjørn Kalsø, bónda og Lendisbata-bónda, og Íðunn Hauksdóttir frá íslendska stovninum Land og Skógur, sum hevur tikist við náttúruendurbøting í meira enn eina øld.

Endað verður við pallborðskjaki um náttúruendurbøting í Føroyum við luttøku frá Ragnheiður Bogadóttir, Jens Ivani í Gerðinum, Leivur Janusi Hansen, Anju Herálvsdóttir Jensen og Jákup Kristiani Bærentsen.