Ráðstevna um at undirvísa fleirmæltum í føroyskum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Hetta er eitt fak, sum er neyðugt fyri at geva fólki í Føroyum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, nøktandi undirvísing og harvið amboð til at fóta sær væl í okkara samfelag til gagns fyri øll.

Fyriskiparar eru umboð fyri Fróðskaparsetur Føroya og lærarar, sum nýliga – og sum teir fyrstu – hava staðið Diplomútbúgving í Føroyskum sum annaðmál á Føroyamálsdeildini.

Á ráðstevnuni verða fyrilestrar, styttri framløgur, uppsløg og samrøður, sum bæði snúgva seg um politikk og praksis á økinum.

Málbólkurin fyri hesa ráðstevnu eru lesandi og skúlafólk á øllum stigum, eisini leiðslustigi, umframt politikarar, sum skulu seta karmarnar fyri okkara skúlaverk nú og komandi.

Tey, sum koma á ráðstevnuna, fáa innlit í:
• hvat føroyskt sum eitt annaðmál er
• altjóða og føroyska gransking
• karmar og fyriskipan av økinum
• fleirmælisdidaktikk og fleirmælta málmenning
• serligar avbjóðingar og serføroysk viðurskifti, ið eru heft at tí at læra føroyskt í einum fleirmæltum veruleika

Ráðstevnan er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Tilmelding er tó neyðug, melda til her.

Sí skránna her.