31. januar skipa Fróðskaparsetrið og Ítróttassamband Føroyar fyri ráðstevnu um ítrótt og rørslu. Ráðstevnan verður í Kongshøll á vestaru bryggju í Havn.
Á heimasíðu síni skrivar ÍSF:
– Kom við, hoyr, og fá íblástur til, hvussu vit øll – í barnagørðum, skúlaverkinum, ítróttarfeløgum og kommunum – kunnu skapa karmar, sum stuðla ítrótti, rørslu og trivnaði í okkara samfelag.
Á skránni eru framløgur frá bæði føroyskum og altjóða granskarum, ið lýsa nýggjastu kanningar og arbeiðið innan ítrótt, heilsu og trivnað.
Íðkarar deila sínar persónligu royndir, og stovnsleiðarar greiða frá arbeiðinum at fáa meira rørslu inn í gerandisdagin.
Eisini verður ein framløga um nýggju høllina Við Tjarnir, og hvussu vit kunnu brúka hana sum eitt amboð til gransking og menning innan ítrótt, heilsu og vælveru fyri allar føroyingar – børn, ung og eldri í Føroyum.
Skráin fyri Ráðstevnu um ítrótt 2025
31. januar klokkan 9.00 – 14.30
Orðstýrari: Eydna Skaale
Evni 1: Børn og rørsla
- Verkætlan: ”Generation HealthyKids” – hvat siga fyrstu royndirnar? Louise Thirstrup Thomsen, Center for Klinisk Forskning og Forebyggelse, Bispebjerg og Frederiksberg Hospital
- Verkætlan: “FitFirst Suðuroy” – rørsluvon børn Bára Berghamar Danielsen, Námslektari í heilsu, kroppi og rørslu, Námsvísindadeildin
- Rørsla sum námsfrøðiligt amboð í gerandisdegnum Morten Hust Petersen, leiðari fyri dagstovnaøkið í Vestmanna
Evni 2: Frá spælandi børnum til stór avrik
- Hvussu nógv skulu vit koyra á kroppin, tá hann stendur í vøkstri? Halvard Grendstat, PhD, deildin fyri kropslig avrik, Norges Idrætshøgskole
- Burðardyggar ítróttaleiðir Signar Hilmarsson, Verkætlanarleiðari, Ítróttasamband Føroya
- Mín ítróttaleið – fýra íðkarar greiða frá síni ítróttaleið
- Kjak um “Spælandi børn og stór avrik”
Miðmáli: 12.15-12.45
Evni 3: Hagtøl og møguleikar við Tjarnir
- Rørslukanningar (tracking) av børnum, eldri, sjúklingum og sjúklingum Magni Mohr, PhD, professari í arbeiðs- og ítróttafysiologi, Deildin fyri Heilsu og Sjúrakrøktarvísindi
- Føroyska kvinnufótbóltsverkætlanin Eli Nolsøe Leifsson, PhD lesandi, Deildin fyri Heilsu og Sjúrakrøktarvísindi
- Uppsamlandi prát – Kunnu vit seta okkum ítøkiligt mál tvørtur um geirar?