Ragnar aftur í B36

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

25 ára gamli Ragnar Samuelsen, sum í tvey ár hevur spælt við B68, fer nú aftur at spæla fyri B36. Hann hevur gjørt tvey ára sáttmála við B36.

Ragnar Samuelsen er uppvaksin í B36 og spældi sambært FaroeSoccer fyrsta dystin fyri B36 sum 18 ára gamal í 2017. Síðan spældi hann 110 dystir fyri B36 fram til og við 2022.

B36 hevur boðað frá, at felagið leggur á annan bógv, eftir eitt ár við nógvum útlendingum á liðnum, Nú fer felagið at satsa upp á egið tilfar, og Ragnar Samuelsen passar væl inn í hesa ætlan.

Jákup Martin Joensen, nýsettur venjari hjá besta mansliðnum hjá B36, sigur soleiðis við B36 á Facebook.
– Ragnar er ein raskur og fjølbroyttur spælari, sum altíð er sinnaður at fara undir tað harða arbeiðið. Ragnar kennir eisini felagið innanífrá, so hann er ein týdningarmikil spælari at fáa í hópin.

Ragnar Samuelsen spældi eisini undir Jákupi Martini Joensen í EB/Streymi seinni hálvu av kappingarárinum 2019.

Sjálvur er Ragnar Samuelsen eisini væl nøgdur at vera aftur í B36:
– Tað kennist gott at vera heima aftur í B36-húsinum, og eg eri spentur at fara undir hesa spennandi avbjóðingina, sigur hann B36 á Facebook.

Mynd: B36