Randi Johansdóttir úr Sumba og dóttir hennara, Khadija, eru loksins komnar aftur til Føroya eftir nógvar mánaðir í trongum korum í Algeria. Tað skrivar Frihedsbrevet.
Ein dramatisk hending fór fram, tá ið Norrøna legði at bryggju í Havn týsmorgunin. Randi Johansdóttir úr Sumba og dóttirin Khadija komu loksins aftur til Føroya eftir nógvar mánaðir í trongum korum í Algeria, har tær, sambært Randi, vóru hildnar í móti sínum vilja.
Við umborð var maður Randi, sum hevði verið teirra fangavørður.
– Eg havi spælt sjónleik í fleiri mánaðir fyri at fáa hann nóg tryggan til at koma aftur til Føroya,” sigur Randi Johansdóttir.
Kringvarp Føroya skrivaði í summar, at Randi Johansdóttir var í longri tíð fangað í Algeria saman við fýra ára gomlu dóttur síni. Tað byrjaði sum ein hugnalig familjuferð at vitja familjuna hjá pápanum at dóttrini í Algeria. Men endaði sum ein marra fyri Randi og dóttrina.
Brádliga vildi pápin at dóttrini, Ali, ikki loyva dóttrini heim aftur til Føroya við mammu síni. Randi kundi gott fara heim aftur til Sumbiar, men dóttirin skuldi ikki við. Fyri at vísa, at hann meinti tað í álvara, skræddi pápin passið hjá dóttrini sundur.
Tað mesta av einum ári búði Randi Johansdóttir og dóttirin inni hjá pápanum at dóttrini. Men tíðliga á sumri 2024 eydnaðist teimum at flýggja úr heiminum hjá pápanum. Síðan goymdi tær seg ymsastaðni í Algeria.