Tann 23. desember í fjør tók tann 71 ára gamli Claudio Ranieri við sum venjari hjá Cagliari. Tá lá felagið nummar 14 í Serie B.
Cagliari megnaði hettar hálva árið at flyta heili níggju pláss upp til nummar 5 og tryggjaðu sær luttøku um uppflyting.
Á vegnum til uppflytingarfinaluna varpaðu teir bæði Venezia og Parma út.
Í kvøld var so uppflytingardystur á Stadio San Nicola millum Bari og Cagliari, um at flyta upp í Serie A.
Tann fyrri dysturin endaði 1-1 á Unipol Domus leikvøllinum í Cagliari.
Tá ið 94 minuttir vóru leiktir, skoraði innskifti Leonardo Pavoletti og tryggjaði Cagliari pláss í Serie A næsta kappingarár.
Claudio Ranieri er kanska mest kendur fyri meistaraheitið við Leicester, men eisini sum landsliðsvenjari hjá Grikkalandi, tá ið Føroyar vunnu 1-0 í Piraeus.