Rasmus Nolsøe venjari hjá TB

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

TB boðar í dag frá, at felagið hevur sett Rasmus Nolsøe sum høvðusvenjara hjá besta mansliðnum í felagnum, sum flutti upp í Betrideildina í summar.

Rasmus Nolsøe er tvørámaður og er uppvaksin í TB. Hann spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá TB í 2001. Hann var partur av besta liðum hjá TB í trý ár, áðrenn hann frá 2004 spældi seks ár við HB og var við at vinna trý meistaraheitið fyri høvuðsstaðarfelagið.

Rasmus Nolsøe hevur áður verið hjálparvenjari hjá HB í nøkur ar og hjá Víkingi í 2022.

Markus Thorberg, sum vandi TB í summar, heldur fram í TB. Men hann hevur ikki A-venjaraprógv og kann tí ikki vera venjari í Betrideildini. Hann fer at taka A-venjaraprógv næsta ár.

Í TB eru tey væl nøgd við venjaraloysnini, og felagið skrivar soleiðis:

– Tað er av alstórum týdningi hjá einum høvuðsvenjara, at hava gott fólk afturat sær og tað fær Rasmus, tí at Markus Thorberg hevur játtað at verða hjálparvenjari komandi kappingarár. Rasmus fær tí ein væl lýddan hjálparvenjara, ið kennir leikararnar sera væl, bæði sum leikari og venjari og verður tað sera spennandi at fylgja gongdini, nú venjingin til enn eitt ár í bestu deildini skjótt fer í gongd. Hjartaliga vælkomin heim Rasmus! Bestu eydnu til tín og Markus, við vón um eitt gott kappingarár. Einaferð TB – Altíð TB!