, ,

Rasmus Søby til KÍF

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

KÍF og Rasmus Søby hava gjørt avtalu fyri komandi kappingarár.

Tað skrivar KÍF á sínum Facebook-vanga.

Rasmus hevur verið ein stórur profilur í føroysku hondbóltskappingini tey seinastu mongu árini. Hann hevur verið nakað skaddur í seinastuni, men er nú komin fyri seg eftir skaðan.

Umframt at spæla fyri besta mansliðið hjá KÍF, so skal 38-ára gamli Rasmus eisini venja ungdómslið í felagnum.

Rasmus Søby kom til Neistan í 2017, og spældi áðrenn tað við Lemvig og Mors í Danmark.