Tann 27. juni 1977 varð Raúl González Blanco føddur í Madrid. Hann gjørdist bæði besti málskjúttin hjá Real Madrid nakrantíð og átti eisini metið fyri flestar dystir nakrantíð.
Áleyparin fór uppí ungdómsdeildina hjá felagnum í 1992 eftir, at hann hevði spælt við San Cristóbal (1987-90) og Atlético Madrid (1990-92). Í 1992 avtók forsetin hjá Atlético de Madrid, Jesús Gil, ungdómsdeildina hjá felagnum og 15 ára gamli Raúl skifti til kappingarneytan, Real Madrid. Raúl spældi fyrsta dystin við besta liðnum tann 29. oktober 1994. Tá var hann bert 17 ár og 124 dagar gamal og hann setti met sum yngsti leikarin nakrantíð hjá felagnum, men metið varð tikið seinni sama kappingarár (Alberto Rivera, sum var 17 ár og 114 dagar). Samanlagt spældi hann 30 dystir fyrsta kappingarárið og skoraði 10 mál.
Tað var eitt týðiligt tekin um, hvat var í væntu, tí Raúl spældi samanlagt 741 dystir og skoraði 323 mál. Tá var í báðum førum talan um met, men síðani hevur Cristiano Ronaldo skorað 450 mál og Karim Benzema 354 mál. Á vegnum vann hann seks meistaraheiti, Champions League tríggjar ferðir og tvær ferðir Intercontinental Cup. Hann vann eisini tvær ferðir Pichichi-steypið, sum verður latið toppskjúttanum í Spania (1998-99 og 2000-01).
Hann var eisini toppskjútti hjá Spania við 44 málum í 102 landsdystum millum 1996 og 2006, men David Villa hevur síðani tikið metið, tá hann skoraði 59 mál í 98 landsdystum. Raúl var eisini liðskipari á spanska landsliðnum frá 2002-06, tá hann spældi seinasta landsdystin.
Í 2010 høvdu aldurin og skaðar gjørt sítt til, at hann fekk minni og minni leiklut í Madrid og Raúl skifti tískil til Schalke 04 í Týsklandi, har hann fekk tvey góð kappingarár; harímillum var hann við til at vinna steypakappingina í 2011. Umvegis Al Sadd endaði hann í USA og spældi seinasta dystin fyri New York Cosmos í 2014-15.
Í dag venur Raúl eykaliðið hjá Real Madrid, Real Madrid Castilla.