Real Madrid megnaði at venda dystinum móti Manchester City og vann 3-2 á Etihad Stadion í Manchester.
Stórskjúttin, Erling Haaland, legði Manchester City fram um í fyrra hálvleiki, og eitt korter inn í seinna hálvleik javnaði ein av stjørnuleikarunum hjá Real, Kilian Mbappé.
Erling Haaland sendi aftur City á sigurskós við einum brotssparki, tá ið tíggju minuttir vóru eftir.
Men so gjørdi Real Madrid ein Real Madrid. Uttan at gera tað stóra komu teir aftur í aftur í vunnu dystin.
Sera ivasamt verjuspæl hjá City gav Real Madrid tvey mál. Fyrst skoraði Brahim Diaz, og í yvirtíðini hevði enski landsliðsleikarin Jude Bellingham seinasta fótin á sigursmálinum, og so var 3-2 til kongaliga felagið úr Madrid
Við eitt máls sigurinum hevur Real Madrid gott útgangstøði undan seinna dystinum, sum verður spældur á Santiago Bernabéu í Madrid næsta mikukvølid.
PSG er vaknað
Eisini franska stórfelagið Paris Saint Germain hevur beina kós víðari í Champions League. Teir vunnu 3-0 á útvølli móti Brest, sum hevur staðið seg óvæntað væl í Champions League.
Vithinha legði PSG fram um við brotssparki, og Ousmane Dembéle staðfesti sigurin við tveimum málum.
Dortmund eisini á veg víðari
Meðan tað ikki gongur nakað serligt hjá týsku Dortmund í heimligu Bundesliguni, so gongur munandi betri í Champions League, og við 3-0 sigri móti Sporting í Portugal hevur Dortmund beina kós víðari í Champions Leage.
Serhou Guirassy, Pascal Gross og Karim Adeyemi skoraðu málini í seinna hálvleiki.
PSV Eindhoven helt lív í vónini
Juventus vann heima 2-1 móti PSV Eindhoven. Úrslitið ger, at tað sýnist púra opið undan seinna dystinum, hvør fer at megna at spæla seg víðari.
Amerikumaðurin Weston McKennie legði Juventus fram um í fyrra hálvleiki. Kroatiski veteranurin, Ivan Perisic, sum fjør spældi móti HB við Hadjuk Split, javnaði fyri PSV, áðrenn Samuel Tshifunda skoraði sigursmálið fyri Juventus.
Úrslit og dystir
Týsdag
Real Madrid – Manchester City 3-2
PSV Eindhoven – Juventus 1-2
Paris Saint-Germain – Brest 3-0
Borussia Dortmund – Sporting CP 3-0
Mikudag
Kl. 17.45 Atalanta – Club Brugge
Kl. 20.00 Benfica – Monaco
Kl. 20.00 Bayern München – Celtic
Kl. 20.00 Milan – Feyenoord