Regin Jacobsen: Eingin hevði væntað so lágan prís

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Bakkafrost hevði eitt rakstrarúrslit á 505 mió. krónur í fyrsta ársfjórðingi 2025, samanborið við 710 mió. krónur í fjør. Tøkan í Føroyum var 18.914 tons og 6.286 tons í Skotlandi, í mun til ávikavist 14.294 tons og 7.263 tons sama tíðarskeið í fjør.

Lívfrøðiliga gongdin var góð, við lágum lúsatølum og høgari miðalvekt, serstakliga í Skotlandi, har Bakkafrost miðvíst arbeiðir við at betra lívfrøðiligu gongdina við stórum smolti.

Stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen, sigur at tey eru nøgd við úrslitið. Alingin í Føroyum gekk væl bæði á sjógvi og á landi. Smoltframleiðslan setur framhaldandi met, og hetta hevur góða ávirkan á framleiðslu og kostnað.

Við FM1 sigur Regin Jacobsen, at eingin hevði væntað, at prísurin fór at lækka so nógv, og hann sigur orsøkina vera, at Noreg hevur økt framleiðsluna við 38 prosentum og hevur fingið stýr upp á sár, sum hava ávirkað framleiðsluna undanfarin ár.

Regin væntar eisini, at hesin ársfjórðingurin verður trupul, og væntar, at prísurin fer at stabilisera seg nakað hægri enn nú.

Fyrsta ársfjórðingin rindaði Bakkafrost eini 150 milliónir krónur í tøkugjaldi og laksaskatti til landskassan, sigur Regin Jacobsen.

Bakkafrost heldur fram við stórum verkætlanum í Applecross í Skotlandi, í Skálavík og á Havsbrún.

Regin Jacobsen sigur, at Havsbrún tók móti 220 tonsum fyrsta ársfjórðing, sum er nakað tað sama sum í fjør. Fóðurframleiðslan er økt munandi og økist alsamt.

Tað fer eisini ein umfatandi útbygging fram á Havsbrún í løtuni, har kapasiteturin verður tvífaldaður.


Lurta eftir allari samrøðuni við Regin Jacobsen, stóra í Bakkafrosti.