Regn og vindur á nærum útseldum Tórsvølli

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Havnin er í dag merkt av steypafinaluni um Løgmanssteypið hjá monnum, sum í ár er millum tey bæði havnarfeløgini, grannarnar B36 og HB. Finalan verður bríkslað í gongd klokkan 19.

Veðurvánirnar eru ikki serliga góðar, og veðurstovan boðar frá vindi og regni. Men tað man ikki fara at bila tað stóra, tí Tórsvøllur er nærum útseldur, og tað er bert pláss eftir á endasíðuni oman móti býnum.

Feløgini bæði og viðhaldsfólk gera eisini alt, sum stendur í teirra luti, fyri at hita áskoðararnar upp til finalubrakið, so at hvørki regn, vindur ella kuldi bítur á.

HB skipar fyri familjuupphiting í HB-húsinum klokkan 15, og í bovlinghøllini er upphiting fyri tey vaksnu. Á sosialu miðlunum sæst í morgun, at grísarnir eru farnir á grillirnar, og eisini er sirenan gjørd klár. Klokkan 18 marsjera HB-viðhaldsfólk yvir á Tórsvøll

Í B36-húsinum er eisini upphiting. Har er barnatiltak frá klokkan 15. Grillin verðður eisini tendrað, og fleiri tónleikaframførslur verða. Eisini B36’arar marsjera yvir á Tórsvøll umleið ein tíma undan dystinum.

FM1 sigur frá steypafinaluni, sum verður spæld klokkan 19 í kvøld.