Reiðarafelagið fyri Handilsskip er frídømt í einum máli, sum Føroya Skipara- & Navigatørfelag legði fyri Fasta Gerðarrætt í 2023. Tað skrivar Vinnuhúsið.
Talan var um eina ósemju um, hvussu ein dagur skal roknast, tá ið ein skipari ella styrimaður fer í land ella verður avloystur. Feløgini kravdu, at dagurin skuldi roknast sum arbeiðsdagur og geva rætt til frídag.
Men Reiðarafelagið helt uppá, at dagurin sambært sersáttmála er ein ferðadagur.
Gerðarrætturin tók undir við hesum sjónarmiðum. Í úrskurðinum verður staðfest, at dagurin, tá ið arbeiðstakarin fer í land, er at rokna sum ferðadagur, og tí gevur hann ikki rætt til eyka frídag.
Samtíðis varð staðfest, at sersáttmálin ikki nevnir nakað um ein sonevndan skiftisdag, og tí kann hann heldur ikki tulkast inn í skipanina.
Reiðarafelagið fyri Handilsskip fegnast um úrskurðin, sum staðfestir verandi skipan og praksis í sambandi við ferðadagar hjá manning umborð á størri handilsskipum.