Reiðarafelagið fyri Handilsskip heitir á landsstýrið um at betra um karmarnar fyri handilsflotan, sum er ein týðandi partur av føroyska búskapinum. Felagið hevur sett fram fýra tilmæli, sum skulu tryggja, at vinnan kann mennast víðari.
Reiðarí hava upplivað trupulleikar við uttanlandsflytingum í føroysku peningastovnunum, og felagið mælir til loyvi at brúka útlendskar peningastovnar.
Verandi tonsaskattalóg setur føroysku reiðaríini afturút í kappingini. Felagið mælir til longri time-chartering ella møguleikan at nýta útlendsk skip, um tey verða rikin úr Føroyum.
Felagið mælir eisini til at atgongdin til útlendska manning verður smidligari, so at reiðarí kunnu brúka altjóða minimumssáttmálar ella setanarviðurskifti í bústaðarlandinum hjá manningini, uttan treyt um sigling til Føroya.
Eisini setur felagið fram ynski um tvískattaavtalur og avtalur um cabotage-sigling skulu gerast fyri at betra um møguleikarnar hjá føroysku reiðaríunum.
Samstundis verður víst á, at reiðaríini gera íløgur í grøna orkuskiftið fyri at fylgja altjóða krøvum um at minka CO2-útlát.
Hóast avbjóðingar við starvsfólkatroti og umhvørviskrøvum, er felagið bjartskygt og metir, at vinnan hevur góðar vakstrarmøguleikar.
Á aðalfundinum vórðu Jens Meinhard Rasmussen og Gunnbjørn Joensen afturvaldir í nevndina. Harumframt var Jónas Sigmarsson valdur sum nýggjur limur. Við hesum telur nevndin nú sjey limir.
Nevndin í felagnum er mannað soleiðis:
- Jens Meinhard Rasmussen, formaður
- Hentzar Steingrímsson, næstformaður
- Álvur Højgaard
- Bogi P. Nielsen
- Gunnbjørn Joensen
- Sjúrður Johansen
- Jónas Sigmarsson
Á myndini: Nevndin frá vinstru: Jens Meinhard Rasmussen (formaður), Hentzar Steingrímsson (næstformaður), Álvur Højgaard, Jónas Sigmarsson, Bogi P. Nielsen, Gunnbjørn Joensen og Sjúrður Johansen.