Tað var mánadagin í hesi vikuni, at Ambassador Cruise Line kom við einari almennari umbering til ferðafólkini umborð á skipinum Ambition, eftir at skipið lá við Eystaru bryggju í Havn, meðan grindadrápið var í Sandagerði sunnudagin í farnu viku.
– Vit eru vónbrotin av, at hendan veiðan fór fram samstundis sum vit lógu við bryggju, segði eitt talsfólk fyri Ambassador Cruise Line, sambært miðlinum Trade Travel Gazette mánadagin.
Les meira: Reiðarí biður um umbering fyri grindadráp
Men hóast reiðaríið fordømir føroyingar fyri at praktisera ein elligamlan sið, sum, sambært reiðarínum, ikki hoyrir heima nakrastaðni á okkara døgum, so fer reiðaríið framvegis at sigla upp á Føroyar við sínum reikferðaskipum.
Reiðaríið sigur við ferðavinnumiðilin, TTG Media, at hevði tað gjørt mun, um Føroyar vórðu strikaðar av ferðaleiðuni hjá skipum í felagnum, so hevði Ambassador Cruise Line gjørt tað, men boykott er ikki vegurin fram.
– Vit stuðla ikki grindadrápinum við at ferðast til Føroya, men vit fara altíð at royna og minna myndugleikarnar har á, at ferðafólk ynskja at uppliva undurverkini, ið náttúran hevur givið okkum og ikki at uppliva undurverkini verða dripin, sigur eitt talsfólk fyri felagið.
– Vit eru sera skuffaði yvir hendingina sunnudagin, men vit eru eisini skuffaði av føroysku stjórnini, sum ikki – at síggja til – er sinnað í at koma í dialog við okkum um grindadráp. Men tá vit vitja í Føroyum, so hava vit møguleika fyri at leggja trýst á myndugleikarnar, meðan eitt boykott er endin á ein og hvønn møguleika at gera okkara sjónarmið galdandi, slær talsfólkið fyri Ambassador Cruise Line fast.