Rektarin bjóðaði 262 nýggjum lesandi vælkomnum á Setrið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Martin Tvede Zachariasen bjóðaði í gjár 262 lesandi vælkomnum á Fróðskaparsetur Føroya.

207 bachelorlesandi, 50 masterlesandi og fimm lesandi á hjánámi ella parttíðarútbúgving høvdu sín fyrsta dag í Kongshøll í gjár.

Rektarin í Kongshøll greiddi frá Citicorp-háhúsinum í New York, sum var bygt í 1977 av Bill Lemessurier. Eftir at bygningurin varð tikin í nýtslu, fann hann út, at hann ikki helt ímóti ódnum, sum rakar býin javnan. Hann boðaði mynduleikum frá, hóast tað kundi álvarsligar avleiðingar fyri hann. Bygningurin varð so styrktur, og ein vanlukka fyribyrgd. Rektarin segði, at vitan gjørdist ein byrða, men bjargaði eisini mannalívum.

Hann minti á, at vitanin, sum lesandi ogna sær á Setrinum, fylgir tykkum restina av starvsleiðini. Og endaði við at heita á tey lesandi um at halda fast í dreymum og forvitni tykkara.

Elsa Berg, borgarstjóri, takkaði lesandi fyri at velja Føroyar og segði: – Føroyum tørvar tykkum og tykkara vitan.

Hon greiddi eisini frá, at Tórshavnar kommuna arbeiðir við at finna økir til lestrarbústaðir.

Guðrun Sólja Jacobsen og Janus Kampmann spældu fyri nýggja árganginum, og á Svalanum vóru básar við kunning. Øll fingu tvey net við tilfari, eitt frá Setrinum og eitt frá Ráðið Teirra Lesandi, RTL.