Føroya Rættur hevur við nýggjum dómum tikið undir við ákæruvaldinum í, at sektarstøðið fyri at hava hassj til egna nýtslu skal hækkast.
Sektin fyri at hava upp til 5 gram av hassji hevur í nógv ár verið 750 krónur. Føroya Politi hevur hildið, at hetta sektarstøðið er ov lágt og ongan fyribyrgjandi virknað hevur. Harumframt er lága sektarstøðið ikki í samsvari við høgu revsingina fyri at selja hassj víðari.
Nú er vanlig revsingin fyri at hava upp til 5 gram av hassji uppi á sær hækkað til 2.500 krónur fyrstu ferð. Aðru ferð hækkar sektin 50 prosent, og triðju ferð 100 prosent. Fyri at hava 5–10 gram til egna nýtslu er sektin nú 3.000 krónur fyrstu ferð.