Reyði Krossur veitir neyðhjálp til Vanuatu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Herfyri lat Reyði Krossur Føroya í samstarvi við Føroya Landsstýri hálva millión krónur til neyðhjálpararbeiði í Vanuatu.

Vanuatu, eitt lítið oyggjasamfelag í Kyrrahavinum, varð stutt fyri jól rakt av einum herviligum jarðskjálvta. Heili 40% av teimum uml. 300.000 fólkunum, ið búgva har, vórðu ávirkað av hendingini. Jarðskjálvtin oyðilegði heim, infrakervi og bráðfeingistænastur, so sum sjúkrahús, skúlar og vatnveiting.

Reyði Krossur í Vanuatu setti beinanvegin neyðhjálpararbeiði í verk og hevur latið neyðsynjarvørur, heilsuhjálp og psykosocialan stuðul, hóast sera truplar umstøður.

Støðan er framvegis álvarsom, tí bygningar eru lagdir í oyði og óframkomiligt er eftir fleiri vegum.