Reyðikrossur havt aðalfund og sent hálva milliónir til Myanmar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Reyðikrossur hevði aðalfund leygardagin, og nevndin heldur fram óbroytt, tó við smávegis broytingum.

Beint áðrenn fundin varð avgjørt at lata 500.000 krónur til hjálpararbeiðið eftir jarðskjálvtan í Myanmar.

Reyðikrossur sigur, at í 2024 var virksemi hjá Reyðakrossi nógv, bæði í Føroyum og uttanlands. Starvsfólk og sjálvboðin hava veitt miðvísa hjálp, har tørvurin hevur verið størstur, millum annað gjøgnum mat- og klædnahjálp, sum vaks við 20 prosentum. Eisini hevur felagsskapurin hjálpt útlendingum, sum koma til landið, og skipað mammubólkar fyri ukrainskar kvinnur.

Altjóða hevur Reyðikrossur eisini verið virkin við humaniterum verkætlanum, har 4,4 milliónir krónur vórðu latnar til Sudan, Nepal og Libanon í fjør. Endurnýtsluhandlarnir og árligu innsavningarnar, sum millum annað verða sendar beinleiðis í sjónvarpi, hava verið týðandi inntøkur hjá felagsskapinum.

Formaðurin í nevndini er Jóannes Eidesgaard, meðan Torfinn Højgaard er næstformaður. Nevndarlimir eru Mary-Ann Thomsen, kassameistari, Fía Niclasen og Eyrith Guttesen Leyni, og eykalimir eru Tommy Petersen og Tórgerð Jallgrímsdóttir.