Betrideildin menn:
Víkingur – NSÍ 1-0 (3-3)
Víkingur royndi seg uttan Atla Gregersen, fyri fyrstu ferð, nú hann hevur sett gaggurnar á hillina.
Miðverjin hjá NSÍ Lars Markmanrud fekk reytt kort longu í 3. minutti, og Víkingur legði seg beinanvegin á odda við máli frá Jørgen Nielsen.
Eftir steðgin vendi NSÍ dystinum. Klæmint Olsen kom so at siga flúgvandi og drønstútaði í netið. Síðan skoraðu Michel Przybylski og Klæmint Olen einaferð aftur at, og NSÍ var á odda 3-1.
Men Víkingur svaraði aftur. Ragnar Skála minkaði um munin, og í 88. minutti javnaði Martin Klein eftir flott innlegg frá Ara Olsen. Hetta var fyrsta málið hjá Martini Klein, síðan hann kom aftur til B68 í summarsteðginum.
Víkingur liggur er á 4. plássi. NSÍ er á 3. plássi, tvey stig frá HB og øðrum plássi.
Savnsmynd: Sverri Egholm
Betrideildin menn:
Víkingur – NSÍ 1-0 (3-3)
1-0 Jørgen Nielsen (5. min)
1-1 Klæmint Andrasson Olsen (56-min)
1-2 Michal Przybylski (58. min)
1-3 Klæmint Andrasson Olsen (71. min)
2-3 Ragnar Skála (74. min)
3-3 Martin Klein Joensen (88.min)
Nr | LIÐ | D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig |
1 | KÍ | 18 | 17 | 1 | 0 | 62 | 8 | 54 | 52 |
2 | HB | 19 | 14 | 2 | 3 | 45 | 29 | 16 | 44 |
3 | NSÍ | 19 | 13 | 3 | 3 | 71 | 25 | 46 | 42 |
4 | Víkingur | 19 | 9 | 4 | 6 | 29 | 22 | 7 | 31 |
5 | B36 | 19 | 7 | 4 | 8 | 29 | 33 | -4 | 25 |
6 | EB/Streymur | 18 | 6 | 5 | 7 | 20 | 31 | -11 | 23 |
7 | B68 | 19 | 5 | 4 | 10 | 24 | 45 | -21 | 19 |
8 | FC Suðuroy | 19 | 4 | 1 | 14 | 17 | 47 | -30 | 13 |
9 | TB | 19 | 2 | 5 | 12 | 20 | 58 | -38 | 11 |
10 | 07 Vestur | 19 | 2 | 1 | 16 | 21 | 40 | -19 | 7 |