Ron Yeats, fyrrverandi liðskipari og miðverji hjá Liverpool Football Club
Ron Yeats (f. 15. november 1937 – d. 6. september 2024)
- Umboðaði Liverpool Football Club frá 1961/62 og 1970/71
- Spældi 454 dystir (358 landskappingardystir)
- Skoraði 16 mál (13 landskappingarmál)
Ron Yeats byrjaði sína fótbóltsleið í Aberdeen Lads’ Club í 1957. Í roynd og veru var tað ein lærarinna, sum fekk Yeats til at byrja sína fótbóltsleið, tá hon sá hann spæla í skúlanum. Tá hon var ein íðin fjeppari hjá Aberdeen Fooball Club, fekk hon hann til at byrja í Aberdeen Lads’ Club.
Hóast hann í 1957 skifti til Dundee United, flutti hann ikki úr Aberdeen, sum hevði við sær, at hann noyddist at ferðast 65 km fyri at spæla fótbólt. Tá hann ikki hevði nakran bil, so noyddist hann at taka tokið. Leygardag arbeiddi hann hjá einum slaktara í Aberdeen, áðrenn skuldi til fótbólt. Hann mátti fara úr songini kl. 3.00 fyri at byrja til arbeiðis kl. 4.00. Hann var liðugur at arbeiða, so hann náddi við tokinum kl. 9.30 til Dundee. Hetta kann ikki metast at vera ein góð fyrireiking til týdningarmiklar dystir, og serliga ikki, tá hugsað verður um, at leikararnir í dag búgva á gistingarhúsi dagin fyri dyst.
Stríðið hjá Yeats í sambandi við dystirnar í hesum tíðarskeiðnum var tó einki móti hansara tíð í herinum. Hann skuldi gera hertænastu í Aldershot, sum liggur sunnan fyri London! Dundee United hevði lagt tað soleiðis tilrættis, at hann fekk vikuskiftisfrí fyri at koma heim at spæla dyst. Yeats tók midnáttartokið fríggjakvøld frá London til Glasgow, fyri síðani at leggjast afturat hópinum hjá Dundee United leygarmorgun. Aftaná dystin ferðaðist hann heim til Aberdeen og lá nátt. So tað ber til at siga, at hann spældi á “útivølli” hvønn dyst.
Tað var meðan Ron Yeats spældi fyri herin, at Bil Shankly legði merki til hansara. Sjálvt um Shankly eisini royndi eftir Jack Charlton frá Leeds United og Tony Knapp frá Leicester, so valdi Shankly kortini Yeats. Ron Yeats hevði ikki longur áhuga í at spæla Dundee United, tí felagið vildi ikki hækka hansara vikuløn við £2, hóast hann tá var liðskipari hjá felagnum.
Fyrsta boðið hjá Liverpool á umleið £20.000 var ikki nokk fyri Dundee, men tíbetur samdust feløgini í juli 1961 um eina keypsupphædd á £30.000. Tað var tá, Shankly skuldi kunngera tann 1,88 m høga og 91 kg tunga skottan, at hann segði fjølmiðlarnir: “Ron Yeats er tann størsti leikarin, sum tit nakrantíð hava sæð. Komið við mær, so skal eg fylgja tykkum rundan um hann”. Yeats fekk eisini beinanvegin fleiri eyknevni, m. o. The Colossus, Big Ron, Rowdy og The Big Fella.
Í fyrsta kappingarárinum hjá Yeats í felagnum, 1961/62, flutti Liverpool upp úr 2. deild aftaná at hava vunnið kappingina í stórum stíli við heili átta stigum niður til næmasta kappingarneyta, Leyton Orient. Yeats spældi fyrsta dystin í fyrsta umfari móti Bristol Rovers, 19. august á útivølli. Í tí kappingarárinum fór bara ein dystur burtur ímillum hjá Yeats, nevniliga dysturin á útivølli móti Middlesbrough, sum Liverpool tapti 2-0.
Aftaná, at Liverpool í 1962/63 endaði á 8. plássi, vunnu teir í 1963/64 fyrsta meistaraheitið í 17 ár. Sjálvt um Yeats “bara” spældi 36 landskappingardystur tað kappingarárið, gjørdist tað árið, har hann skoraði sítt fyrsta landskappingarmál fyri felagið. Tað kom á Old Trafford og gjørdist sigursmálið hjá Liverpool í 1-0 sigrinum á Manchester United.
1964/65 kappingarárið var eisini tað fyrsta, har Liverpool luttók í Europa Cup fyri meistaralið. Aftaná, at hava vunnið á KR Reykjavík í einum undandysti, skuldi Liverpool møta Anderlecht. LIverpool vann fyrra dystin heima á Anfield við 3-0, og Ron Yeats skoraði síðsta málið hjá Liverpool. Í 2. umfari fall valið á Køln, og talan gjørdist um rættiliga tættar og javnar dystir. Tá bæði dysturin í Køln og Liverpool endaði 0-0, so varð ein umdystur spældur á uttanveltaðum vølli í Rotterham. Tann dysturin endaði eisini við javnleiki; hesaferð 2-2.
Tá í tíðini brúkti man ikki longda leiktíð, so man fór beinleiðis til lutakast. Liverpool gjørdist hepni vinnarin og var tískil klárt til hálvfinaluna móti Inter. Aftaná ein framúr góðan dyst á Anfield vann Liverpool 3-1, men í seinna dystinum megnaðu Yeats og liðfelagarnir ikki at steðga áleyparunum hjá Inter. Við einum 3-0 sigri streyk Inter til finaluna.
í 1965 gjørdist hann fyrsti liðskiparin hjá Liverpool Football Club, sum yvirhøvur lyfti FA Cup steypinum, tá Roger Hunt og Ian St John tryggjaðu Liverpool ein 2-1 sigur á Leeds United á Wembley. Liverpool kundi endiliga kallast eitt rættiligt stórfelag.
Liverpool kláraði ikki at verja FA Cup sigurin kappingarárið eftir, tá teir taptu longu í 3. umfari fyri Chelsea, við 1-2 heima á Anfield. Í landskappingini lá betur fyri, og Liverpool gjørdist meistari við 6 stigum framman fyri Leeds og Burnley. Yeats spældi allar 42 landskappingardystirnar og skoraði 2 mál. Fyrsta málið var einasta málið, tá Liverpool vitjaði Arsenal á Highbury. Hitt málið var hansara fyrsta á Anfield og varð skorað í 4-0 sigrinum á Sunderland. Roger Hunt skoraði øll hini málini í dystinum.
Tá Liverpool var vinnari av FA Cup’ini árið fyri, so luttóku teir aftur í Europa Cup’ini. Teir fingu ikki nakað lætt lutakast og máttu vinna á Juventus, Standard Liege, Honved og Celtic, áðrenn teir tryggjaðu sær pláss í finaluni. Hon varð spæld á Hampden Park í Glasgow og mótstøðuliðið var Borussia Dortmund. Aftaná 90 minuttir var støðan framvegis 0-0, so longd leiktíð skuldi til. Kreftirnar gingu undan og týskararnir vunnu 2-1, tá Yeats var so óheppin at senda bóltin í egið mál!
Tað eydnaðist ikki Yeats at vinna fleiri steyp við Liverpool, og hann spældi sín síðsta dyst fyri teir Reyðu móti Manchester City, tann 26. apríl 1971 á Maine Road. Í desember 1971 flutti hann yvir um ánnað Mersey til Tranmere og byrjaði sum spælandi-hjálparvenjari. Seinni gjørdist hann spælandi-felagsstjóri, og frá apríl 1974 til apríl 1975 var hann felagsstjóri. Síðani flutti hann til Stalybridge Celtic, har hann spældi í næstan eitt ár. Í 1976 var hann eitt tíðarskeið spælandi-felagsstjóri hjá Barrow. Aftaná ein drúgvan steðg frá fótbóltslívinum varð hann í kappingarárinum 1986/87 settur í starv sum talentleitari hjá Liverpool. Eitt starv, hann røkti fram til mai 2006.
Hann spældi bert 2 dystir á skotska landsliðnum.
Heiðurslistin:
- Enskur meistari 1963/64 og 1965/66
- Vinnari av FA Cuppini 1964/65
- Vinnari av 2. deild 1961/62
- 2 landsdystir fyri Skotland (1964-65)