Róðrarsambandið sett danskan landsliðsvenjara í inniróðri

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Róðrarsambandið boðar frá, at Tobias Skaalum Kempf er settur sum landsliðsvenjari í inniróðri. Hann hevur drúgvar royndir, bæði sum rógvari á danska landsliðnum og sum venjari hjá Sørvágs Róðrarfelag.

Nú skal hann tilevna eina venjingarætlan, sum beinanvegin skal verða grundarlag undir fyrireikingini av rógvarum til úttøku. Tað merkir, at rógvarar kring landið fáa betri og meira skipaðar karmar at venja undir.

Tobias fer eisini at vitja feløgini kring oyggjarnar. Endamálið er at tryggja góða vegleiðing og samstarv. Hann vil byggja upp eitt sterkt og inspirerandi venjaraumhvørvi, har dentur verður lagdur á bæði teknikk, kropsliga venjing og gleðina við at venja.

– Eg veit, at nógv góð rógvitalent eru kring oyggjarnar, bæði ung og roynd, sigur Tobias.

Hann gleðir seg til at koma í gongd og arbeiða miðvíst við menningini av føroyskum inniróðri.

Grand Prix-kappingarnar halda fram sum áður. Úrslitini verða grundarlag fyri úttøku til altjóða kappingar í vetur.

Týsdagin 26. august klokkan 19.00 verður kunnandi fundur í kappróðrarneystinum hjá NSÍ. Har fer Tobias at greiða frá arbeiðinum og svara spurningum.

Róðrarsambandið fegnast um samstarvið og væntar, at royndirnar hjá Tobias fara at gagna føroyskum rógvarum.