

Tú lurtar eftir
Rógvi Baldvinsson er viðmerkjari hjá norska TV2 til dystin millum Noreg og Føroyar
16.11.2023Meðan okkara frásøgumaður, Petur Asbjørn Lervig gjørdi klárt til at siga frá venjingardystinum millum Noreg og Føroyar á Ullevaal leikvøllinum í Oslo rendi hann seg í Rógva Baldvinsson, ið roynir seg í leiklutinum sum viðmerkjari hjá norska TV2 til dystin millum Noreg og Føroyar. Rógvi er spentur upp á hvussu hansara landsmenn fara at roynast móti gamla liðfelaganum hjá honum í Bryne, Erling Braut Haaland. Tað liggur í kortunum, at Haaland kemur á vøllin í seinna hálvleiki.
{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}
