Eftir seinasta bríksl í seinasta grannadystinum millum Everton og Liverpool á Goodison Park var mikið rok á Goodison Park.
Everton javnaðaði við seinasta sparki í dystinum, og Abdoulaye Doucoure hjá Everton fegnaðist beint framman fyri viðhaldsfólkini hjá Liverpool. Tað dámdi Curtis Jones hjá Liverpool ikki, og tað førdi til ein samanstoyt millum leikararnar, sum endaði við, at bæði Doucoure og Jones fingu reytt kort.
Venjarin hjá Liverpool, Arne Slot, fekk eisini reytt kort fyri at sigur okkurt við dómaran eftir dystin.
Dysturin, sum var spennandi og hart spældur, endaði við einum 2-2 javnleiki.
Everton legði út við einum máli frá Beto í 11. minutti, men Alexis Mac Allister javnaði fyri Liverpool bara sjey minuttir seinni.
Dysturin sá út til at vera avgjørdur við einum máli frá Mohamed Salah í 73. minutti, men James Tarkowski bjargaði Everton við einum fantastiskum fluktara í yvirtíðini.
Mohamed Salah setti nýtt met við at hava verið við beinleiðis í 23 málum í útidystum hetta kappingarárið, sum er tað hægsta síðan 1994.
Everton misti Iliman Ndiaye við skaða í fyrra hálvleiki, men menninir hjá Moyes stríddust víðari og fingu ein týdningarmiklan javnleik.
Liverpool hevur nú sjey stig niður til Arsenal, og teir mugu reisa seg aftur í komandi dysti móti Wolverhampton Wanderers heima á Anfield.
Seinasta Merseysidederby’ið gjørist sanniliga minniligt. Komandi kappingarár fer Everton at spæla í nýggjum leikvøllin við Merseyánna.
Hetta var grannadystur nummar 120 á Goodison, og vunnu liðini 41 dystir hvør og spældu javnt 38 ferðir. So tað má sigast, at Everton bjargaði hagtølunum í seinasta sekundi.
Stigatalva í Premier League
D | V | J | T | Mál | Stig | ||
1 | Liverpool | 24 | 17 | 6 | 1 | 58 – 23 | 57 |
2 | Arsenal | 24 | 14 | 8 | 2 | 49 – 22 | 50 |
3 | Nottingham Forest | 24 | 14 | 5 | 5 | 40 – 27 | 47 |
4 | Chelsea | 24 | 12 | 7 | 5 | 47 – 31 | 43 |
5 | Manchester City | 24 | 12 | 5 | 7 | 48 – 35 | 41 |
6 | Newcastle | 24 | 12 | 5 | 7 | 42 – 29 | 41 |
7 | Bournemouth | 24 | 11 | 7 | 6 | 41 – 28 | 40 |
8 | Aston Villa | 24 | 10 | 7 | 7 | 34 – 37 | 37 |
9 | Fulham | 24 | 9 | 9 | 6 | 36 – 32 | 36 |
10 | Brighton | 24 | 8 | 10 | 6 | 35 – 38 | 34 |
11 | Brentford | 24 | 9 | 4 | 11 | 42 – 42 | 31 |
12 | Crystal Palace | 24 | 7 | 9 | 8 | 28 – 30 | 30 |
13 | Manchester United | 24 | 8 | 5 | 11 | 28 – 34 | 29 |
14 | Tottenham | 24 | 8 | 3 | 13 | 48 – 37 | 27 |
15 | Everton | 24 | 6 | 9 | 9 | 25 – 30 | 27 |
16 | West Ham | 24 | 7 | 6 | 11 | 29 – 46 | 27 |
17 | Wolverhampton | 24 | 5 | 4 | 15 | 34 – 52 | 19 |
18 | Leicester | 24 | 4 | 5 | 15 | 25 – 53 | 17 |
19 | Ipswich | 24 | 3 | 7 | 14 | 22 – 49 | 16 |
20 | Southampton | 24 | 2 | 3 | 19 | 18 – 54 | 9 |