,

Royn teg sum frásøgufólk hjá FM1 radio

Skrivað

FM1

Dagfesting

FM1 leitar eftir eldhugaðum og ídnum fríyrkis frásøgufólki/útvarpsfólki at styrkja okkara sterka ítróttatoymi. Um tú brennir fyri ítrótti, serliga hondbólti og fótbólti, og hevur hug at gera útvarp, so er hetta rætta starvið til tín.

Vit í FM1 leggja dent á at gera fjølbroytt, lætt, kunnandi og áhugavert innihald til okkara lurtarar. Hvønn gerandisdag hava vit tríggjar tíðindasendingar, har vit viðgera øll viðurskifti í samfelagnum. Vit senda beinleiðis, hava gestir í studio og eru altíð til reiðar við bráðtíðindum, tá ið okkurt spennandi hendir.

Ítrótturin fyllir nógv á FM1. Vit fylgja tætt við føroyskum ítrótti, og varpa eisini út frá fótbólti og øðrum ítróttagreinum.

FM1 hevur fleiri fastar sendingar gjøgnum vikuna, so sum “Stjórnin – Politikkur á skák”, “Jukeboksin”, “Firmakappingin”, “B36-varpið” og “Liverpool Radio”. Hesar og aðrar sendingar eru at hoyra undir “ljóð” á okkara heimasíðu.

Arbeiðsuppgávur

  • Framleiða og stjórna útvarpssendingum við denti á fótbólt og hondbólt.
  • Varpa út frá ítróttartiltøkum, bæði innanlands og møguliga uttanlands.
  • Gera samrøður við leikarar, venjarar og aðrar viðkomandi persónar í ítrótti.
  • Skriva tíðindasøgur og reportasjur til útvarp og møguliga til okkara tíðindasíðu.
  • Samarbeiða tætt við tíðindatoymið fyri at tryggja góða og vælskipaða sending.

Førleikar

  • Sterkur áhugi fyri ítrótti, serliga fótbólti og hondbólti.
  • Góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga.
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt og taka initiativ.
  • Fleksibilitetur viðvíkjandi arbeiðstíðum, tí tiltøk og dystir ofta eru í vikuskiftum og um kvøldið.
  • Góðar telduførleikar.

Vit bjóða

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum livandi og kreativum umhvørvi.
  • Møguleikan at vera ein týðandi partur av menningini av ítróttarfrásagnum í útvarpinum.
  • Góðar møguleikar fyri fakligari menning og at seta tín dám á sendingarnar.
  • Starv í einum toymi við drúgvum royndum innan fjølmiðlavinnuna.

Umsókn

Um tú heldur, at hetta starvið hóskar til tín, send okkum tína umsókn við CV og møguligum viðmælum til Duritu Adela: durita@fm1.fo í seinasta lagi sunnudagin 16. mars.

Allar umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði. Lønin verður ásett eftir avtalu.