Royndi at smugla ecstasy til Føroya

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Leygarkvøldið varð ein maður handtikin á flogvøllinum á Vágum, tí illgruni var um, at maðurin hevði smuglað ecstasy til Føroya.

Tað skrivar Kringvarpið.

Nærri kanningar vístu, at maðurin hevði 61 gramm av ecstasy innvortis.

Maðurin bleiv førdur fram fyri Føroya rætt sunnudagin, og fekk ein dóm, sum ljóðar upp á sjey mánaðir í fongsul.

Maðurin játtaði seg sekan.

Ein annar maður varð eisini handtikin á flogvøllinum, sum hevði samband við mannin, sum royndi at smugla ecstasy, og hann játtaði seg eisini sekan, men hevur ikki fingið dóm enn.

Kringvarpið skrivar, at báðir menninir eru í fyrru helvt í tjúgunum.