Enska stórfelagið, Manchester United, hevur sett portugisiska Ruben Amorim sum venjara. Partarnir hava gjørt sáttmála fram til juni í 2027. Avtalan fellur endaliga upp á pláss, tá ið arbeiðisloyvið er góðkent. Hann byrjar í Manchester United mánadagin 11. novembur.
Ruben Amorim hevur verið venjari hjá portugisiska felagnum Sporting Lissabon síðan 2020, og hevur ført felagið til tvey meistaraheitið, í 2021 og 2024.
Hann verður mettur millum teir mest lovandi ungu venjararnar í Evropa, og var eisini settur í samband við Liverpool í summar.
Manchester United hevur ikki staðið seg serliga væl, síðan legendariski venjarin Sir Alex Ferguson gavst í 2013.
Fleiri venjarar hava roynt seg uttan stórvegis eydnu, og í seinastu viku, varð niðurlendski venjarin Erik ten Hag sendur til hús, eftir eina sera vánaliga byrjan upp á kappingarárið.
Manchester United er í løtuni nummar 14 í ensku Premier League.