Rúnar Hammer tryggji føroysku U19-dreingjunum 26-26 javnleik í seinasta sekundinum móti Argentina í Presidents Cup í Egyptalandi.
Málið og javnleikurin var nokk til at vinna bólk 3, og harvið skal Føroyar spæla um plássini millum nummar 17 og 19. Í ovurmorgin skal Føroyar spæla móti Portugal, og vinna teir tann dystin, skulu teir spæla móti vinnaranum av Kroatia og Tunesia.
Í dagsins dysti byrjaðu Føroyar væl. Góð verja og bjargingar frá Inga Johannesen tryggjaðu eina leiðslu við støðuni 15-14 í steðginum.
Argentina tók yvir í seinna hálvleiki, og føroyska liðið stríddist. Tá ið Argentina legði seg á odda, máttu Føroyar hava javnleik fyri at vinna bólkin.
Við fýra sekundum eftir fingu Føroyar fríkast. Rúnar Hammer fintaði og høgdi bóltin í netið úr níggju metrum til 26-26.
Rúnar gjørdist toppskjútti við ellivu málum og varð valdur til dagsins spælara
Málskjúttar:
- Rúnar Hammer – 11/13 (85%)
- Jákup Egholm – 7/8 (88%)
- Fríđi í Innistóvu – 3/7 (43%)
- Pauli Rasmussen – 2/3 (67%)
- Magnus Árason – 2/3 (67%)
- Jón Midjord – 1/2 (50%)
- Lýðar í Dímun – 0/2 (0%)
- Erlingur Erlendsson – 0/0 (0%)
- Torkil Dahl – 0/0 (0%)
- Helgi Halldórsson – 0/0 (0%)
- Filip Haldansen – 0/0 (0%)
- William Djurhuus – 0/0 (0%)
- Haraldur Karlsson – 0/0 (0%)
- Jógvan Andreas Lamhauge – 0/0 (0%)
- Ingi Johannesen (má) – 0/0 (0%)
- Bjarni Jacobsen (má) – 0/0 (0%)
Bólkur III – Stigatalva
| D | V | J | T | M+ | M- | +/- | Stig | |
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
| Føroyar | 2 | 2 | 0 | 0 | 74 | 33 | +41 | 4 |
| Argentina | 2 | 2 | 0 | 0 | 68 | 36 | +32 | 4 |
| Uruguay | 2 | 0 | 0 | 2 | 37 | 64 | −27 | 0 |
| Meksiko | 2 | 0 | 0 | 2 | 32 | 78 | −46 | 0 |



